Far til innihald

Kurv

Tín kurv er tóm

Grein: Volvo XC60

ceramic coating føroyar

Volvo XC60

Hesin flotti Volvo XC60 fekk Gull pakkan við felgum. Tað vil siga vask, polering og viðgerð.

Vit byrjaðu við, at vaska hann fleiri ferðir, so at einki skitið var á honum. Vit vaskaðu hann enn einaferð meðan hann stóð inni. Hesaferð meira neyvt. Tað er av alstórum týdningi at bilarnir eru gullreinir áðrenn viðgjørt verður, tí annars verður úrsliti ikki eins gott.

Bilurin hevði einans tørv á polering í nøkrum smáum støðum. Vit poleraðu við CleaRub 505 og okkara Rupes lhr15 mk2 poleringsmaskinu.

Tá hann var poleraður, so vaskaðu vit alt poleringsevni av. Síðani sprændu vit hann við Nasiol Clean, ið tekur allan tann síðsta skittin. Síðani turkaðu vit við einum góðum mikrofibur klúti.

Á einum bili við slíkum lakkið, so sæst tað ikki sera stórur munur. Tó eitt sindur av muni á litinum, men hann er torførur at síggja á einum myndatólið.

Nú var hann endiliga klárur til viðgerðina av Nasiol NL272. Eftir vit høvdu viðgjørt hann, mátti hann standa inni í 48 tímar.

Eftir hetta var hann skínandi, vardur og sera lættur at vaska í áleið 5 ár.

Read more

Kia Sportage
Ceramic Coating

Kia Sportage

Kia Sportage viðgjørdur við NL272

Les meira
bilpolering
Ceramic Coating

Range Rover Sport

Range Rover Sport viðgjørdur við NL272 keramiskari lakkverju umframt, at "Range Rover" merkini vóru tikin av og ymiskir lutir lakkeraðir svartir.

Les meira