Kia Sportage

Hesin Kia Sportage fekk Gull pakkan við felgum.

Vit byrjaðu við, at vaska hann fleiri ferðir, so at einki skitið var á honum. Vit vaskaðu hann enn einaferð meðan hann stóð inni. Hesaferð meira neyvt. Serliga vóru tað felgurnar, ið høvdu tørv á hesum.

Bilurin hevði ikki tørv á stórvegis polering, so vit gjørdu eina skjóta polering. Til hetta brúktu við CleaRub 505 og okkara Rupes lhr15 mk2.

Tá hann var poleraður, so vaskaðu vit alt poleringsevni av. Síðani sprændu vit hann við Nasiol Clean, ið tekur allan tann síðsta skittin. Síðani turkaðu vit við einum góðum mikrofibur klúti.

Á einum bili við slíkum lakkið, so sæst tað ikki sera stórur munur. Tað er tó eitt sindur av muni á litinum, men hann er torførur at síggja á myndatólið.

Nú var hann endiliga klárur til viðgerðina av Nasiol NL272. Eftir vit høvdu viðgjørt hann, mátti hann standa inni í 48 tímar.

Eftir hetta var hann skínandi, vardur og sera lættur at vaska í áleið 5 ár.