Drúgvar royndir í vinnuni
Bilrøkt í heimsflokki
Vit hava í fleiri ár arbeitt við bilrøkt á høgum støði. Okkara fokus hevur mest verið á poleringum og keramiskum lakkverjum. Tað er skjótt 10 ár síðani stjórin koyrdi sína fyrstu keramiska lakkverju á egnan bil. Hetta eru nøkur ár áðrenn stovnan av fyritøkuni.
Vit hava hildið til í Vestmanna til mars 2024, her hava vit gjørt mest av heilt stórum djúpdarpoleringum, har vit polera lakkið til perfektión og síðani leggja eina keramiska lakkverju á, tó hava vit eisini gjørt fitt av bilvaskum innan og tað, ið hartil hoyrir.
Ein bilur skal altíð vera vardur
Lakkverjur
Lakkverjur er ein sera týdningarmikil partur av bilrøktini. Tær koma í nógvum ymiskum formum og hóska væl til ein hvønn tørv.
Tá tað kemur til keramiskar lakkverjur, so hava vit prøva fleiri ymiskar, men Nasiol er eftir okkara royndum tað, ið roynist allar best!
Polering er eitt breitt hugtak
Polering
Polering er nakað næstan allar bilar hava brúk. Men spurningurin er bara hvussu nógv skal polerast. Ein polering kann vera eitt arbeiði, ið tekur fleiri dagar, men tað kann eisini taka nakrar fáar tímar. Men óansæð, so er tað sum regul altíð eitt sera flott úrslit aftaná.
Hetta er nakað, ið vit hjálpa tær við.
Ein reinur bilur er ein lekkur bilur
Bilvask
At hava reinan bil er nakað øll elska. Tað er bara ikki øll, ið tíma ella hava tíð at vaska bilin. Eitt professionelt bilvask er eisini eitt gott vet betri enn eitt "vanligt" vask. Vit røttu amboðunum og umstøðunum, taka vit hond um tín bil innan og uttan. Vit stremba altíð eftir at kunna veita tær eina góða tænastu og úrslit.