Bilvask hald
Slepp undan bilvaski og brúka tíðina uppá tað, sum veruliga hevur týdning fyri teg!

Fyri nógv er bilvask eitt av teimum tingunum, sum altíð verður útsett. Arbeiðslív, familja og gerandi uppgávur fylla dagin, og áðrenn tú veitst av, sær bilurin bæði støvutur og skitin út – bæði innan og uttan.
Tá tíð og orka eru knøpp, velja nógv at koyra bilin í automatiska vaskimaskinu, men henda loysnin ger ofta meira skaða enn gagn. Tí ofta kunnu tær skaða lakkið, so bilurin fær heilt smáar vaskiskøvur, og so manglar tú enn at vaska bilin innan.
Júst tí hava vit gjørt bilvaskhaldið – ein løtt og tryg loysn, sum tekur arbeiðið frá tær. So tú ikki nýtis at hugsa um tíð ella veður. Tí vit taka okkum av bilinum við regluligum og nærløgdum vaski, sum verjir yvirflaturnar og heldur bilin flottan í nógv ár framyvir – bæði innan og uttan.
Við bilvask haldinum hevur tú altíð reinan bil – uttan at tú nýtist at hugsa um tað!
Bilvaskhaldið hjá WestClear er fyri teg, sum gongur høgt upp í bilin, men ikki altíð hevur tíð ella yvirskot til at vaska hann sjálv/ur.
Vit syrgja fyri at bilurin reguliga verður hondvaskaður innan og uttan, so bilurin kennist sum nýggjur – eisini við tí klassiska verðinum sum vit kenna tað í Føroyum við regni, vindi og salti.
Tú skalt bert alevera bilin hjá okkum, so taka vit okkum av restini. Tú sparar bæði tíð og orku, og bilurin heldur betri virði í longdini.
Hetta er haldið til tey, ið bert vilja hava hágóðsku bilrøkt.
- 🧽 Hondvask innan og uttan hvørja ferð.
- 📅 Framíhjárætt til bilvask.
- 💳 Sjálvvirkandi gjalding — lætt og trygt.
- 🔄 Ókeypis “umbýtingar dagar”, um ætlanirnar broytast.
