Samband

Um okkum!

WestClear bleiv sett á stovn í okt. 2018. Tó byrjar søgan 3-4 ár frammanundan. Vit høvdu keypt ein nýggjan bil, og vit hava stóran áhuga í bilum. Tað bleiv leita á føroyska marknaðinum eftir hágóðsku lakkverjum, tí vit ynsktu okkum eina betri vøru enn tað vanliga. Hetta gekk ikki heilt eftir ætlan, so tað verður leita á alnótini. Vit finna út av, at keramiskar lakkverjur eru einastandi góðar. Vit eru sera skeptiskir, tí hetta var ikki á føroyska marknaðinum. Vit velja, at geva hesum eina roynd. Hesin nýggi bilur fær keramisku lakkverjuna, og tað vísir seg, at tað hevur ongantíð áður verið so lætt at røkja lakkið á bilinum. Vit hava hesa lakkverju á bilinum í uml. 3 ár uttan stórvegis viðlíkahald og góðum vaskiteknikki. Samstundis, sum vit royna hetta á okkara egna bili, so royna vit tað á nøkrum øðrum bilum hjá familju og vinum. Her síggja vit, at hetta riggar sera væl. So, vit stovna fyritøkuna WestClear.

Vit gera fyrsta floks bilpoleringar og keramiska lakkverju viðgerðir. Umframt hetta hava vit eisini ein nethandil við hágóðsku vaski amboðunum, sápum og øðrum góðum til bilar (akfør). Vit umboða merkið Nasiol, ið er ein av heimsins fremstu framleiðarum av "nano" vørum.

Vit umboða eisini merkið Flexipads - World Class. Her hava vit nógvar av okkara hágóðsku vaskiamboðum alt frá írskari merino ull vaskihandskum, mikrofiber klútar, poleripaddar til eina rúgvu av ymsum lutum til vinkulslíparar, pussimaskinur og stein polering.

Tað nýggjasta umboðið er THE RAG COMPANY, ið er eitt av bestu fyritøkum í heiminum innanfyri bilrøkt. Teir eru eitt av best umtóktu mikrofiber klúta framleiðarum í heiminum. Umframt mikrofiber, so hava teir samstarv við fleiri aðrar sera góðar fyritøkur í hesari vinnuni. Tað serliga við hesum samstarvið er, at tey einans selja tað teimum dáma sjálvi og tey testa vørunar leingi áðrenn nakað verður selt til kundan. Hetta passaði sera væl inn í okkara hugsjón, og tí valdu vit at umboða merkið, tí hetta eru vørur, ið eru sera góðar og noyðast at koma til føroyska marknaðin.

 

Teldupostur: WestClear@WestClear.dk
Teldupostur: Nasiolfaroe@WestClear.dk
Addressa: Hornavegur 22, 350 Vestmanna, Føroyar
Telefon: +298 217621 , +298 260020

 

Takk fyri boðini!
This field is required
This field is required
This field is required
This field is required