Far til innihald

Kurv

Tín kurv er tóm

Grein: Range Rover Sport

bilpolering

Range Rover Sport

Hesin flotti Range Rover Sport fekk Gull pakkan við felgum og ymiskt lakkerings arbeiði. Tað vil siga vask, polering, lakkering og viðgerð.

Vit byrjaðu við, at vaska hann fleiri ferðir, so at einki skitið var á honum. Vit vaskaðu hann enn einaferð meðan hann stóð inni. Hesaferð meira neyvt. Tað er av alstórum týdningi at bilarnir eru gullreinir áðrenn viðgjørt verður, tí annars verður úrsliti ikki eins gott.

Bilurin hevði tørv á polering í flestu støðum. Vit poleraðu við CleaRub 305 og 505 við okkara Rupes lhr15 mk2 polerimaskinu.

Tá hann var poleraður, so vaskaðu vit alt poleringsevni av. Síðani sprændu vit hann við Nasiol Clean, ið tekur allan tann síðsta skittin. Síðani turkaðu vit við einum góðum mikrofibur klúti.

Síðani vóru ymsu lutirnir lakkeraðir svartir, herímillin var 'grillin' lakkerað svørt, eisini vóru ymsir listar lakkeraðir. Vit tóku eisini tey eyðkendu "Range Rover" merkini.

Nú var hann endiliga klárur til viðgerðina av Nasiol NL272. Eftir vit høvdu viðgjørt hann, mátti hann standa inni í 48 tímar.

Eftir hetta er hann skínandi, vardur og sera lættur at vaska í áleið 5 ár.

Read more

ceramic coating føroyar
Ceramic Coating

Volvo XC60

Volvo XC60 viðgjørdur við NL272

Les meira
Opel Insignia OPC - Line
Ceramic Coating

Opel Insignia OPC - Line

Opel Insignia OPC - Line viðgjørdur við NL272 keramiskari lakkverju, ið hevur eina livitíða á áleið 5 ár.

Les meira