





Manglar tú eitt sett av bustum til tína bilrøkt? Hetta bustasettið frá Koch Chemie er serliga framleitt til reins av bilinum innan. Bustirnar eru framleiddar við fibrum av hægstu góðsku, sum tryggjar at reingerðin ikki skaðar yvirflaturnar við rættari nýtslu.
Settið inniheldur tríggjar bustir til ymisk sløg av reingerð:
Reyða bustin: Perfekt til grovari og skitið arbeiði sum hart plast, pedalir og aðrar skitnar yvirflatur, sum man ikki røkkur við vanligum vaski.
Gula bustin: Góð til fínari ella minni skitið arbeiði, sum til dømis instrument brettið, róður. Hon er eisini sera góð til at sleppa inn í tær heilt smáu sprekkurnar, sum ofta nógv støv er, sum man ikki altíð leggur merki til beinavegin.
Grøna bustin: Til sera fínar flatur, sum skermar og svart pianolak. Tann grøna bustin ger at ongar skøvur koma í tær viðbreknu yvirflaturnar.
Við Interior Brush Set verður bilreingerðin innan lætt og effektivt!
Vel møguleika





