Far til innihald

Kurv

Tín kurv er tóm

(Ceramic Window Tint)

Hví velja keramiska rútatóning?

Stílfulla Útsjónd: Okkara keramiska rútatóning gevur bilinum eina stílfulla og modernaða útsjónd, sum fær hann til at síggja flottari og meira imponerandi út.
Privatlív og trygd: Rútatóning veitir økt privatlív við at minka um innsýnið, samstundis sum tað tryggjar, at tú ert betur vardur ímóti stuldri.
Verjur ímóti hita: Blokkerar ein stóran part av hitanum frá sólini, so bilurin er kaldari og meira komfortabul.
UV-Verja: Blokkerar upp til 99% av skaðiligum UV-strálum.
Signalvinarligt: Ávirkar ikki elektronisk signal.
Haldført og lang livitíð: Haldført og mótstøðuført móti missfarvan.

Prísir úr 4.490,-
-Send fyrispurning niðast.

Vel tóningarstøði

Tá tú velur rútatóning til bilin, er tað týdningarmikið at umhugsa, hvussu nógv ljós tú vilt, skal sleppa ígjøgnum. Tóningarstøðið verður mált í prosentum, og jú hægri prosent, jú meira ljós sleppur ígjøgnum. Til dømis letur ein 70% rútatóning nógv ljós sleppa ígjøgnum, meðan ein 5% tóning er sera myrk – Tað er einans lógligt at tóna rútarnar aftanfyri B-stólpan.

Vit kunnu leggja tóning á í fleiri stigum, so tú fært bæði røttu útsjónd og ljósinnfall í tín bil. Rútatóning er tøkt í tóningarstigum: 5%, 20%, 35%, 50% og 70%.

Rætta valið av rútatóning er ein týdningarmikil partur av tilgongdini, men líka týdningarmikið er, at tóningin verður løgd professionelt. Vit fáa tóningina maskinskorna specielt til tín bil, soleiðis tryggja vit okkum at tað passar perfekt!

Lóggáva um rútatóning í Føroyum

Lóggávan í Føroyum loyvir ikki rútatóning av fremstu rútunum. Tí bjóða vit ikki rútatóning, ið ger hesar rútarnar myrkari.

Skalt tú hava rútatóning?



Fyri okkum hevur tað sera stóran týdning, at filmurin, ið verður lagdur á tín bil, er av hægstu góðsku. Við okkara rútatóning kanst tú tryggja, at bilurin ikki bert sær stílreinur út, men eisini fær økta verju móti skaðandi sólstrálum og hita.


Rútatóning hevur fleiri fyrimunir – Minkar um slitið á interiørinum frá UV-strálum, og gevur tær meiri privatlív. Tað sær eisini bara penari út, tá ein bilur hevur tónaðar rútar. Tóningin verður løgd professionelt av okkara starvsfólki, so tú fært eitt reint og langtíðar úrslit.


Send okkum ein fyrispurning, so syrgja vit fyri, at tín bilur fær heimsins bestu røkt!