november 10, 2022
Claybar viðgerð
Vit fáa ofta fyrispurningar um hvat ein claybar viðgerð er og hvussu man ger hana.
Ein claybar viðgerð tekur burtur skitt og partiklar úr lakkinum, sum tú ikki fær úr við einum vanligum bilvaski tvs. tú hevur gjørt eitt ordiligt vask við avfeittara og jarnpartikkul loysara, men tú følir enn, at lakkið ikki er heilt glatt, men eitt sindur "sandutt". Hetta bendir á, at bilurin hevur brúk fyri einari claybar viðgerð.
Tað er sera týdningarmikið, at tú nýtir eitt Clayspray, um tú ikki hevur eitt. So, skalt tú ikki gera eina claybar viðgerð. Skúmsápa ella nakað annað er ikki gott nokk.
Bilurin skal vera reinur og turrur áðrenn tú fer undir eina claybar viðgerð.
1. Hav ein reinan og turran bil.
2. Nýt eitt Clay spray.
3. Nýt uml. ein triðing av claybar'inum.
4. Legg tað eina løtu í lunka/heitt vatn, so er tað lættari at forma.
5. Ger eitt petti av glasinum fyrst við clayspray, so er clarybarr'ið klárt til lakkið.
6. Sproyta Clay Spray á lakkið og arbeið so við claybarr'inum í beinum linjum, eitt lítið petti í senn.
7. Turka og eftirkanna lakkið. Um tað følist heilt glatt, so er tað liðugt.
Tað kann vera neyðugt at polera/bona bilin aftaná. Tí, claybar viðgerðin kann geva eitt sindur av smærri skøvum í lakkið.