Far til innihald

Kurv

Tín kurv er tóm

Grein: Hvat er PPF – og er tað nakað fyri meg?

Hvat er PPF – og er tað nakað fyri meg?

Hvat er PPF – og er tað nakað fyri meg?

Hvat er PPF – og er tað nakað fyri meg?

Tú hevur kanska hoyrt um PPF, men ert ikki heilt vísur í hvat tað er – og um tað veruliga er neyðugt.

Vit bróta tað niður og gera tað heilt einfalt.


Hvat er PPF?

PPF stendur fyri Paint Protection Film.

Í stuttum er tað ein klárur filmur, sum verður lagdur á lakkið á bilinum fyri at verja tað. Tú sært tað næstan ikki, men tað liggur sum eitt verjulag omaná lakkinum.


Hví velja fólk PPF?

Flestu velja PPF, tí tey vilja halda bilin vardan við einari fysiskari verju, ið heldur í nógv ár.

Tað verjur lakkið móti teimum smáu tingunum, sum dagliga slíta – serliga steinsløg og smáar skøvur. 

Tað er tí serliga vanligt at leggja PPF á:

  • frontin á bilinum

  • nýggjar bilar

  • bilar, sum eigarin vil passa serliga væl uppá


Eru nakrir vansar?

Ja, tað er ikki heilt uttan vansar.

PPF kostar lutfalsliga, og tað krevur, at tað verður lagt rætt. Um arbeiðið ikki er gjørt ordiliga, so kann tað síggjast.

Somuleiðis heldur tað ikki fyri altíð. Tað heldur í fleiri ár, men tað er ikki ein permanent loysn.

Tí velja nógv eina millumloysn, har tey bara leggja PPF á tey mest útsettu økini.


Hvat gera fólk vanliga?

Tað mest vanliga er at verja frontin – kúfangara, hjelm og skermar.

Onkur velur eisini at taka hurðar og kantar, og summi kombinera tað við keramiskari lakkverju fyri rest.

Hetta gevur eina góða balansu millum kostnað og úrslit.


Hvussu viðlíkaheldur man PPF?

Hetta er í veruleikanum rættiliga einfalt.

Tú vaskar bilin sum vanligt, men tað er týdningarmikið at vera eitt sindur varligur við hvørjum tú brúkar.

Best er at:

  • vaska regluliga

  • brúka milda sápu

  • halda seg frá grovum bustum

Til dømis kann ein sápa við verjueffekt:

  • hjálpa PPF at halda longri
  • gera yvirflatuna slætta og vatnavvísandi
  • gera vask lættari næstu ferð

Hetta er júst tað, sum vit síggja við vørum sum Ceramic Effect Shampoo, ið bæði reinsar og leggur eina vatnavvísandi effekt í sama arbeiði


Er PPF nakað fyri teg?

Tað veldst nógv um, hvussu tú brúkar bilin.

Um tú vilt halda bilin penan longri og sleppa undan teimum smáu skaðunum, so gevur tað góða meining.

Men um tú ikki leggur so nógv í smálutir og bara vilt hava ein reinan bil, so er tað ikki altíð neyðugt.


Niðurstøða

PPF er ein einfaldur máti at verja lakkið uppá.

Tað er ikki nakað, øll hava tørv á, men fyri nógv gevur tað ein tryggleika og ein bil, sum sær betur út í longri tíð, tá tað er tíð til at selja bilin, so kann ein taka PPF'a av og tú hevur so at siga heilt frískt lakk undir.

Og tað góða er, at tú kanst sjálvur velja, hvussu nógv tú vilt gera – frá einum lítlum parti til allan bilin.

Read more

Claybar viðgerð

Claybar viðgerð

Vit fáa ofta fyrispurningar um hvat ein claybar viðgerð er og hvussu man ger hana.

Les meira
Oksidering undir speglum

Oksidering undir speglum

Her fært tú ein vegleiðing til hvussu tú kann fjerna oksidering av lakkinum.

Les meira