Far til innihald

Kurv

Tín kurv er tóm

Grein: Audi Q2

keramisk lakkverja

Audi Q2

Hesin Audi Q2 fekk Silvur pakkan við felgum. Tað vil siga vask, polering og viðgerð.

Vit byrjaðu við, at vaska hann fleiri ferðir, so at einki skitið var á honum. Vit vaskaðu hann enn einaferð meðan hann stóð inni. Hesaferð meira neyvt. Tað er av alstórum týdningi at bilarnir eru gullreinir áðrenn viðgjørt verður, tí annars verður úrsliti ikki eins gott.

Bilurin hevði einans tørv á polering á nøkrum fáum støðum, hóast hann var spildurnýggjur. Vit poleraðu við CleaRub 505 við okkara Rupes lhr15 mk2 polerimaskinu.

Tá hann var poleraður, so vaskaðu vit alt poleringsevni av. Síðani sprændu vit hann við Nasiol Clean, ið tekur allan tann síðsta skittin. Síðani turkaðu vit við einum góðum mikrofibur klúti.

Nú var hann endiliga klárur til viðgerðina av Nasiol ZR53. Eftir vit høvdu viðgjørt hann, mátti hann standa inni í 48 tímar.

Endaúrslitið var at hann er skínandi, vardur og sera lættur at vaska í áleið 3 ár.

Read more

Opel Insignia OPC - Line
Ceramic Coating

Opel Insignia OPC - Line

Opel Insignia OPC - Line viðgjørdur við NL272 keramiskari lakkverju, ið hevur eina livitíða á áleið 5 ár.

Les meira
Hvat er ein keramisk lakkverja?
Ceramic Coating

Hvat er ein keramisk lakkverja?

Ein keramisk lakkverja, ger tað at bilurin verður vardur móti umhvørvinum. Hann verður lættur at vaska. Vatn og skittur heftir ikki á lakkinum á sama hátt sum nakrantíð áður. Hetta hevur...

Les meira