Hvat er ein keramisk lakkverja?

Ein keramisk lakkverja, ger tað at bilurin verður vardur móti umhvørvinum. Hann verður lættur at vaska. Vatn og skittur heftir ikki á lakkinum á sama hátt sum nakrantíð áður. Hetta hevur við sær, at bilurin sær betri út og livitíðin á lakkinum økist.

Men hvat er ein keramisk lakkverja?

Tað er eitt evni, ið verður framleitt við nýtslu av nanotøkni. Hetta eru heilt smáir partiklar, ið eyga ikki sær. Hesir partiklarnir eru so smáir, at tá tað verður smurt á bilin so fella teir niður í allar porunar í lakkinum. Hetta hevur við sær, at bilurin fær eitt lag av sera góðari verju.

Hetta er eisini orsøkin fyri, at dunkarnir, ið verjan er í, er einans 50ml. Hetta er nokk til allan bilin, og í flestu førum eisini felgurnar.

Verjan er eisini sera mótstøðufør. Tær flestu hava livitíð uppá fleiri ár, alt eftir hvørja ein velur.

Hví skal ein velja eina keramiska lakkverju heldur enn aðrar lakkverjur?

Ein keramisk lakkverja hevur sera góðar verju eginleikar, livitíðin á slíkari lakkverju er eisini nógv longri, upp til fleiri ár og hydrofobiska effektin er nógv betri enn á øðrum lakkverjum, vatn og annað perlar av bilinum.

Vanligt bonivoks hevur eina livitíð á umleið 2-3 mánaðir.

Flestu vanligar lakkforseglingar hava frá 4 mánaðum upp til 1 ár, alt eftir hvørja ein velur.

Fyrimunir og vansar

Sum við øllum, so hava tær ymisku lakkverjurnar fyrimunir og vansar.

Fyrimunir við bonivoks: Tað er lætt og skjótt at viðgera bilin við bonivoksi. Tað gevur ein flottan og nátúrligan glans á bilinum.

Vansar við bonivoks: Tað hevur eina stutta livitíð og verjueginleikar eru ikki serliga góðir í mun til aðrar lakkverjur.

Fyrimunir við lakkforseglingum: Tað er lætt at nýta. Tað kann nýtast saman við bonivoksi, ið saman gevur ein góðan glans. Tað hevur ein longri livitíð enn bonivoks.

Vansar við lakkforseglingum: Ein lakkforsegling tekur fram skeivleikar í lakkinum, sum t.d. vaskiskøvur. Krevur meira forarbeiði enn voks. Um ein ynskir, at fáa tað av aftur áðrenn tíð, so er tað rættiliga torført, alt eftir hvat fyri lakkforsegling ein hevur valt.

Fyrimunir við keramiskari lakkverju: Hon hevur bestu verju eginleikar, og tí longstu livitíðina. Hon gevur ein sera djúpan glans. Vatn og skittur perlar av. Bilurin heldur seg flottan longst við hesari lakkverjuni.

Vansar við keramiskari lakkverju: Tað krevur mest forarbeiði, tað er meira torført at nýta enn hinar. Tað hevur longst herdingartíð.

Keramiska lakkverjan er tann besta, tó eru hinar eisini góðar. Tað er upp til hvønn einstaka at meta um, hvat ein hevur tørv á.

 

Bilurin, í sjónbandinum niðanfyri, hevur fingið keramiska lakkverju (Nasiol ZR53).