





WestClear Poleri klúturin
(500 GSM · 70/30 Blend · Edgeless)
Stødd: 40 × 40 cm
WestClear Poleri klúturin er tín tjúkki og bleyti klútur til turking av polerimiddel, voksi og føstum skittið. Hann er gjørdur í einari 70/30 premium mikrofibur blanding, sum merkir at 30% er polyamide.
Flestu aðrir mikrofiburklútar á marknaðinum eru 80/20 ella heilt niður í 85/15 blanding. Tað merkir minni polyamide, og tí er klúturin ofta minni bleytur og hevur minni upptøkuevni. Við 70/30-blanding fært tú ein klút, sum er bleytari, upptekur meira vætu og arbeiðir tryggari móti yvirflatunum – serliga tá tú arbeiðir við polerirestum og krevjandi økjum.
500 GSM ger klútin sera tjykkan og absorberandi, sum ger hann væl egnaðan til at taka polerimiddel, voks, fuglaskitt og annað fastan skitt burtur uttan at tú skalt leggja ov nógv trýst á.
Umframt hetta, so er hetta ein fantastiskur máti at vaska bil við. Koyr eini 5 av hesum í vaskispannina og tú altíð hevur eina reina síðu at vaska bilin við.
Klúturin er skorðin við ultraljóð tøkni, sum ger at kantarnir á klútinum ikki eru hvassir og tí ikki skøva yvirfladuna.
Hetta er klúturin, tú brúkar, tá arbeiðið skal gerast liðugt og yvirflatan skal síggja rein og blank út!
Vel møguleika






