





WestClear Multi klúturin
(400 GSM · 70/30 Blend · Edgeless)
Stødd: 40 × 40 cm
WestClear Multi klúturin er tín klútur til turking av voks og detail spray, tá tú ynskir eitt reint og javnt finish. Hann er gjørdur í einari 70/30 premium mikrofibur blanding, sum merkir at 30% er polyamide og tað er júst her munurin liggur.
Flestu aðrir mikrofiburklútar á marknaðinum eru 80/20 ella heilt niður í 85/15 blanding. Tað merkir minni polyamide, sum ger at klúturin er minni bleytur og hevur minni upptøku. Tað kann føra til, at restir verða smurdir runt á lakkinum í staðin fyri at verða tiknir upp í klútin. Við 70/30-blanding fært tú ein klút, sum hevur betri upptøku evni og er tryggari móti yvirflatunum og gevur eina reinari turking.
400 GSM ger klútin tjúkkari og meira absorberandi, sum ger hann serliga væl egnaðan til turking av lakkverjum á lakkinum. Orsøkin til hann eitur Multi, er tó at hann góður til flest allar uppgávur. Tú kann brúka hann bæði uttan og innan, enntá turka polerimiddel av við.
Klúturin er skorðin við ultraljóð tøkni, sum ger at kantarnir á klútinum ikki eru hvassir og tí ikki skøva yvirfladuna.
Hetta er klúturin, tú altíð kann eiga inni!
Vel møguleika






