






WestClear Interiør Klúturin
(300 GSM · 70/30 Blend · Edgeless)
Stødd: 40 × 40 cm
WestClear Interiør klúturin er tín arbeiðsklútur til dagliga bilrøkt og krevjandi uppgávur. Hann er gjørdur í einari 70/30 premium mikrofibur blanding, sum merkir 30% er polyamide og tað er júst her munurin liggur.
Flestu aðrir mikrofiburklútar á marknaðinum eru 80/20 ella heilt niður í 85/15 blanding. Tað merkir minni polyamide, sum ger at klúturin er minni bleytur og upptekur minni vætu og tí er vandin størri fyri skøvum á yvirflatunum. Við 70/30-blanding fært tú ein klút, sum er bleytari, hevur betri upptøku og arbeiðir tryggari móti yvirflatunum.
'Warp knitted' vevjingin ger klútin slitsterkan og væl egnaðan til innvendiga reingerð, plast, vinyl, hurðafalsar og arbeiðir væl saman við reingerðingsevnum.
Klúturin er skorðin við ultraljóð tøkni, sum ger at kantarnir á klútinum ikki eru hvassir og tí ikki skøva yvirfladuna.
Hetta er ein arbeiðsklútur, tú kanst brúka uttan at stúra.
Vel møguleika







