



Turkiklúturin – Turkiklútur til bilvask (1200 GSM)
Turkiklúturin er ein sera uppsúgvandi microfiber-klútur, gjørdur til at turka bilin skjótt og trygt eftir bilvask. Við 1200 GSM og 70/30 microfiber-blandi tekur klúturin nógv vatn upp í senn og ger tað lætt at fáa bilin heilt turran uttan vatnmerki.
Klúturin er mjúkur móti lakkinum og glíður lætt yvir yvirflatuna, so vandin fyri vaskiskøvum minkar. Perfekt til at turka lakkið eftir vask og fáa eitt reint og blankt finish.
Ein kann eisini brúka eitt drying aid fyri penari finish.
Eginleikar
-
1200 GSM – sera uppsúgvandi
-
70/30 microfiber blanding
-
Mjúkur og lakksikkur
-
Perfekt til turking eftir bilvask
-
Myrkagráur litur
Hvussu brúkar tú turkiklútin?
Eftir at tú hevur vaskað og skolað bilin, leggur tú klútin á lakkið og dregur hann varliga yvir yvirflatuna. Klúturin sýgur vatnið upp og ger bilin skjótt turran.
Vask av klútinum
-
Vaska við microfiber vaskievni ella mildari sápu
-
30–40°C
-
Ikki brúka skolimiddel ella klor
- Turkitrumlu við lágum ella ongum hita.
Hetta tryggjar, at klúturin heldur seg mjúkan og uppsúgvandi í langa tíð.
Vel møguleika




