

Dual Action Polerimaskina – 900W (5” / 15mm)
Henda polerimaskinan er eitt gott val til teg, ið ynskir eitt flott úrslit uttan at gera arbeiðið ov kompliserað. Hon arbeiðir stabilt og effektivt, og er løtt at stýra – eisini um tú ikki hevur nógv royndir við polering.
Við 900W motori og 15 mm kasti klárar hon bæði at taka smærri vaskiskøvur og geva lakkinum glansin aftur. Dual action rørslan ger, at hon arbeiðir trygt og javnt á lakkinum, so vandin fyri at brenna hol á klárlakkinum er munandi minni.
Maskinan liggur væl í hondini og er komfortabel at arbeiða við, eisini í longri tíð.
Tekniskt:
-
Effekt: 900W
-
Spenningur: 100–240V AC 50/60Hz
-
Ferð: 3000–5200 RPM
-
Kast: 15 mm
-
Bakpláta: 5"
-
Ledningur: 4 m
Vel møguleika


Polerimaskina 5"
Tilboðsprísur1.899,00 kr
