


Clay klúturin er eitt alternativ til clay bar. Hevur man eitt sindur av flúgvirusti sitandi á bilinum eftir vaskið, ella tjøru tú ikki fær av, er clay towel sera gott at nýta. Tað er eitt sindur mildari ímóti lakkinum enn eitt claybar, men man má alíkavæl nýta glíðimiðil sum t.d. Koch Chemie Clay Spray.
Í serligum førum, har man hevur fingið málingaprikkar á bilin, kann man møguliga fáa tað av við eini clay viðgerð, um hetta ikki virkar, er man noyddir til at fara undir eina polering.
Klúturin er 30X30Cm og skal nýtast við tí myrkusíðuni inn ímóti lakkinum.
Vel møguleika



Clay klútur
Tilboðsprísur249,90 kr
