Hesin BMW bilurin fekk eina fulla viðgerð herfyri. Munurin var heilt stórur.
Vit byrjaðu við, at vaska hann fleiri ferðir, so at einki skitið var á honum. Vit vaskaðu hann enn einaferð meðan hann stóð inni. Hesaferð meira neyvt. Serliga vóru tað felgurnar, ið høvdu tørv á hesum.
Tá vaskingin var liðug, fóru vit í gongd við at polera bilin. Fyrst brúktu vit Nasiol CleaRub 305, ið er grovari.
Eftir hetta brúktu vit Nasiol CleaRub 505, ið er tað fínari. So, eftir hetta var bilurin vaskaður enn einaferð.
Eftir tí síðstu vanliga vaskingina, sprændu vit hann við Nasiol Clean, og turkaðu við einum mikrofiber klúti.
Nú var hann endiliga klárur til viðgerðina av Nasiol NL272. Eftir vit høvdu viðgjørt hann, mátti hann standa inni í 48 tímar.
Meðan vit bíðaðu, so gjørdu vit hann innan. Hann var ruddaður og vaskaður. So fóru vit í gongd við at viðgera leðri og plasti innan.
Eftir hetta var hann endiliga liðugur. Myndir niðanfyri vísa stóra munin.