Ókeypis levering við keyp yvir 750,-

Wowo's Detailers Shampoo
Wowo's Detailers Shampoo
Wowo's Detailers Shampoo
Wowo's Detailers Shampoo

Wowo's Detailers Shampoo

Veitari
The Rag Company
Vanligur prísur
169,90 kr
Tilboðsprísur
169,90 kr
Íroknað mvg, Levering verður roknað við kassan.
Mongdin má vera 1 ella fleiri

WOWO’S DETAILER SHAMPOO

Manglar tú eitt bilshampoo, sum tú kanst brúka í eini skúm kanón og til vanligt vask? So er Wowo’s Detailer Shampoo tað rætta til tín!

Hetta er sama sápan sum fleiri  bil klárgerðings serfrøðingar nýta, umframt tað so er hetta eisini sápan vit nýta til at vaska allar bilarnar, ið koma til eitt bilvask ella viðgerð hjá okkum.

Sápan er heilt einføld og uttan nøkur verjandi íblandingarevni. Hetta hevur við sær, at sápan skúmar sera væl, og er tí perfekt at nýta til eina skúmkanón ella til tað viðmælda 'two bucket wash method'. (og vanliga bilvaskið).

Sápan kann tynnast alt eftir hvussu skitin bilurin er og hvørja lakkverju bilurin hevur. Tí viðmæla vit at nýta hesi lutfalllini:

  • Til skitnan bil – 10mL sápu til 1L av vatni
  • Til óvart billak – 10mL sápu til 1L av vatni
  • Til vart billak – 10mL sápu til 5L av vatni

Fyri at røkka tað besta úrsliti tá tú vaskar bilin, viðmæla vit at man nýtir ein mikrofiber vaskihanska og mikrofibur turkihandklæði, sum eisini kann keypast á heimasíðu okkara.

Fyri at verja og fáa glans á bilin nýta vit Wowo’s Quick Detailara, sum vit viðmæla øllum at royna! Tí tað ger at bilurin fær ein djúpan og blankan glans, ímeðan sápan luktar ómetaliga væl av bubblegum, sum ger tað til eitt upplivilsi at nýta.