At hava eitt claybar er eitt 'must' at hava í tínum úrvali av bilvaski útgerð.
G.G. Eitt claybar krevur altíð eitt clay spray.
Nær skal man clay'a ein bil?
- Tað er ofta áðrenn eina bilpolering
- Tú hevur vaska bilin, men hann er ikki heilt glattur allíkavæl.
- Tú hevur onkrar asfaltplettir tú ikki fær av við nøkrum øðrum.
Tips til clay'ing av bili.
Legg claybar í lunka til heitt vatn, so tað blívur bleytari og lættari at brúka. Brúka umleið ein triðing av bar'inum til ein bil. Clay eitt petti av einum rúti fyrst, tí so glíður tað betri eftir lakkinum og tekur ikki líka lætt í horn. Knúgva tað saman og forma tað aftur regluliga, tí annars tekur tú skittin frá lakkinum yvir í claybar'i og aftur á lakkið, hetta kann geva skøvir, hóast tú nýtir eitt clay spray.
NÝT ALTÍÐ CLAY SPRAY