Treingir bilurin til at fáa glansin aftur ella skal hann bara vera fullkomin?
Vit hava fleiri ymiskar poleringar at velja ímillum. Orsøkin fyri at tað altíð er ein lakkverja av onkrum slag í okkara poleri tænastum er tí, at vit halda, at tá ein hevur brúkt nógva tíð og pening uppá at fáa bilin at síggja serstakliga gott út, so er tað synd, at ikki verja lakkið, og tað ger ein lakkverja.
Tað eru nógvar lakkverjur at velja ímillum. Vit hava skriva ein grein um tær ymisku, sum kan síggjast her.
Eru ivamál ert tú altíð vælkomin, at seta teg í samband við okkum.